Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta vikuskiftið hjá Michael á Barok

Oliver Joensen

Michael Olsen, sum hevur rikið Barok og Fortuna síðani 1989 hevur selt ognia til teir báðar Karl Marius Poulsen og Rene Jensen, Klaksvík og tí verður hetta seinasta vikuskiftið hjá Michael í bygninginum á Fornagørðum.

Michael Olsen sigur í stuttari viðmerking, at dansur verður á Barok og Fortuna í kvøld kl. 10 og leygarkvøldið. Hetta verður samstundis seinasta vikuskiftið hjá mær her av mongum – og mánamorgunin spulið eg fyri seinastu ferð uttanfyri, leggur hann skemtiliga afturat.
Michael keypti sum sagt ognina í 1989 og tá byrjaði konan Sólrun við salongini har, skjótt aftaná kom grillin á Fornagørðum og annað.
Uppá fyrispurning okkara um hvat Michael fer at taka sær til framyvir, sigur hann, at hann ongar ætlanir hevur lagt, men at sita hendur í favn ætli eg mær ikki, leggur hann afturat at enda.