Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SEINASTI DAGUR í gamla Elding í Klaksvík

Jóhann Lützen

Nú er seinasti dagur í gamla Elding í Klaksvík, áðrenn tað nýggja verður latið upp

 Flestu Norðingar hava óivað givið gætur, at Elding er í gongd við at byggja um, og í dag er so seinasti dagur í gamla Elding í Klaksvík. Seinastu dagarnar hevur Elding í Klaksvík tømt handilin við at geva kundunum góð tilboð, og í dag verður endabresturin, har tað sum eftir er í handlinum verður selt út við stórum avsláttri heilt upp til 70 % fyri ávisar vørubólkar.

 

Nýggi Elding Elrisin handilin í Klaksvík letur upp um fáar vikur, og talan verður um ein stórhandil við einum handilsøki uppá meir enn 500 fermetrar. Klaksvík hevur altíð verður ein av hornasteinunum hjá Elding, og tí hava vit valt at gera ein so stóran handil, sum verður bæði spennandi og nýskapandi, sigur Levi Winther, sølustjóri í Elding. Hann dylur ikki yvir, at tey í Elding gleða seg til at lata dyrnar upp og vísa nýggja handilin fram, ið ikki bert er ætlaður til Norðingar, men alt fólkið í Eysturøkinum.

 

Tá vit nú hava latið aftur fara vit at arbeiða í døgndrift við at fáa nýggja handilin lidnan so skjótt tilber, og hava vit í hesum sambandi valt at geva kundum okkara í økinum eina so góða tænastu sum gjørligt, við at vit koyra vørurnar keyptar verða beinleiðis til dyrnar hjá kundunum, og tað er ókeypis, sigur Levi við einum smili, tað einasta kundarnir hjá Elding Klaksvík nú nýtast at gera er at ringja til okkum ella keypa beinleiðis á Elding Online, so stendur vøran í durinum í seinasta lagi 24 tímar eftir.

 

Enn veit Levi Winther, sølustjóri ikki heilt nær nýggi Elding Elrisin letur upp í Klaksvík, tað valdast hvussu arbeiðið at byggja og gera hann kláran gongur, men vit ætla so heilt víst at lata uppaftur einaferð í november mánað, og tað kunnu øll gleða seg til sigur hann.