Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seinasti dysturin í hesum kappingaráinum

Oliver Joensen

Týskøldið kl. 18.30 taka kvinnurnar hjá Stjørnuni ímóti H71. Hetta verður seinasti dysturin hjá báðum liðunum í hesum kappingarárinum.

H71 hevur stóran part av kappingini ligið væl fyri til at koma í fm-finaluna, men seinastu dystirnar hevur tað gingið minnið væl, soleiðis at tær nú ikki hava møguleika at koma í fm-finaluna. VÍF er komið í fm-finaluna, og at talar alt fyri, at hitt liðið í fm-finaluni verður Kyndil.

Seinast Stjørnan og H71 leiktu móti hvørjum øðrum, var í Hoyvíkshøllini fyri einum mánaði síðani. Tann dysturin var rættiliga javnur, og endaði við einum teprum 28-26 sigri til H71. Hóast dysturin ikki hevur tann stóra týdningin, so onki at ivast í, at bæði liðini vilja enda kappingarárið við einum sigur.