Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinasti heimadystur leygardagin kl. 18.00

Oliver Joensen

 

Leygardagin kl. 18.00 taka kvinnurnr hjá Stjørnuni ímóti H71, og er hetta samstundis seinasti heimadystur hjá Stjørnuni í hesum kappingarárinum

Liðini hava higartil leikt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum, og hava teir verið javnir og spennandi. Sum støðan er í løtuni, so er Stjørnan á fimta plássi við 16 stigum, meðan H71 er á sætta plássi við 13 stigum. Roknast kann tí við einum jøvnum og spennandi dysti.

Sum vit hava nevnt áður, so hevur unga stjørnuliðið ment støðugt gjøgnum kappingarárið, og eftir heldur óvæntaða sigurin seinasta vikuskifti á útivølli ímóti VB, hava stjørnuleikarnir góðar vónir um ein gott úrslit móti H71, og vóna  at fáa góðan stuðul frá viðhaldsfólki sínum.