Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti heimadysturin: KÍ-NSÍ 2-2 (2-2): Antiklimaks í Djúpumýru

(
John Færø)

– Heldur ikki FM í ár!!! Nakað soleiðis kundi ein lýst andlitsbrøgdini hjá leikarunum á báðum liðunum eftir dystin í Klaksvík í dag. Bæði KÍ og kanska serliga NSÍ hava í ár verið uppi ímóti oddanum í 1. deild, men nú á næst seinasta leikdegi var, tá av tornaði, einki serligt at spæla um hjá teimum.

The winner takes it all! Soleiðis sungu ABBA á sinni, og soleiðis er tað framvegis. Tað er og verður bara ein vinnari í einihvørjari kapping, og í 1. deild hjá monnum í ár var tað HB, sum framman fyri kanska 4000 áskoðarum í Havn í dag vann 2-0 og harvið teirra 17. meistaraheitið í fótbólti. HB hevur við tí javna út metið hjá KÍ, sum eisini hevur vunnið 17 FM-heiti!

Áskoðaratalið í Klaksvík í dag var neyvan nógv meir enn ein 10. partur av tí í Havn. Her gera vit kanska KÍ eitt sindur av órætti, tí skýlið var hóast alt rímiliga væl fylt, so talið av áskoðarum í Klaksvík í dag var kanska nærri 600 – har áleið í øllum førum.

Hesar vóru umstøðurnar, tá KÍ og NSÍ í dag møttust á næst seinasta leikdegi – einki serligt klimaks, sum ein áðrenn kappingina og eisni til fyri stuttum hevði vónað at tað fór at verða, tí KÍ misti ov nógv stig tíðliga í kappingini, og herfyri misti eisini NSÍ stevið í spurtinum um FM-heitið.

Tað vóru tí “tey næstbestu” – miðlingarnir í 1. deild, sum møttust í dag.

Fyrri hálvleikur var tó als ikki óinteressantur við 4 málum. Hann endaði 2-2, har Ovi Nysted við góðum stútara og Atli Danielsen við tryggum skoti høvdu lagt KÍ tvær ferðir framum, fyrst 1-0 og seinni til 2-1, men sum so mangan fyrr í ár so megnaðu teir bláu ikki at halda upp á leiðsluna, tí NSÍ slappa at javna báðar ferðir, KÍ hevði lagt seg framum.

Eftir málríka fyrra hálvleikin hevði ein vónir um, at seinni hálvleikur fór at innihalda nakað tað sama, men so var ikki, tíverri – í øllum førum ikki allan seinna hálvleik.

Seinni hálvleikur endaði málleysur, og so við og við tóktust fokus hjá leikarunum at fara frá sjálvum fótbóltsspælinum til annað, eitt nú til dómaran, sum fekk alt ov stóran part av orkuni og áhuganum hjá heimaleikarunum. Hann var kanska ikki so heppin í øllum sínum avgerðum, og var tí lutvíst við til at øsa fólk, men tað rættvísger ikki, at heilir 3, ella vóru teir 4, av KÍ-leikarunum útvegaðu sær gul kort samstundis, tí teir østu seg sjálvan og hvønn annan upp.

Hetta seinasta hendi, eftir at Magnus í hátalaranum hevði sagt frá, at HB stóð til sigurs ímóti B36, og óiva hevur hetta ávirka hugsunnarháttin hjá leikarunum, og alt annað vildi eisini verið løgið, tí í veruleikanum var HB-sigurin í Havn tað sama sum ein fráboðan um endan av kappingini, tí við hesum er seinasti dysturin hjá KÍ í Havn ímóti HB so púrasta týdningarleysur – ella næstan tað, tí nú er alt avgjørt fyri í ár.
Sæð í hesum ljósinum eiga vit at skilja frustrasjónirnar hjá KÍ-leikarunum – teir hava stríðst og strevast síðani í januar/februar, og fingu í dag endaliga staðfest, at einki heiðursmerki kemur burturúr.

Vit takka KÍ-leikarunum fyri enn eina kapping. Í ár rukku vit ikki til nakað heiðursmerki, men liva vit, verður aftur ein møguleiki næsta ár, sum eisini verður árið, tá fyllir KÍ 100 !!!

KOYR Á KÍ !!!