Vælumtókta framsýningin av livandi fiski og skeljadjórum hjá Føroya Sjómannadegi á Stongunum, verður bert at síggja í dag.
Barnagarðar, skúlar, ferðafólk og onnur sum hava sýnt framsýningini stóran áhuga hava møguleika at uppliva livandi fisk og skjeljadór á Stangabrúnni í dag.
Men í kvøld verða fiskarnir og skeljadjórini slept í havið aftur og framsýningin endar – verður sagt frá Føroya Sjómannadegi.




