Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti møguleiki at vitja Archies Studio

John William Joensen

Hetta var so tað fyri hesaferð! Í morgin, leygardagin 28 september (tunnilsdagin) verður seinasti møguleiki at vitja hugnaligu kaffistovuna Archie’s Studio. Onkrir møblar frá Dugna eru enn til sølu. Somuleiðis ymisk listaverk hjá spennandi ungum føroyskum listafólkum, og prýðislutir frá Knappliga og KatrinKawaii.

Archie’s Studio hevur verið eitt summar prosjekt hjá Norðoya Kunningarstovu, og fer ein eftirmeting at vera gjørd í vetur um kaffistovan letur upp aftur næsta summar.

Tað hava verið ymisk áhugaverd tiltøk á skránni í summar, m.a. pop-up Curry og Sushi matstova, livandi tónleikur, fundir og tað síðsta var Pecha Kucha í gjárkvøldið. Hesi tiltøk hava verið serstakliga væl eydnað, og væl vitjað!

Leygarkvøldið seta vit punktum fyri summari við góðum hugna, livandi tónleiki/jam session og siga túsund takk fyri hesaferð til øll tykkum sum hava verið á gott hjá okkum. Vónandi síggjast við í annaðkvøld!