Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti møguleikin í ár

(Hannefía Joensen)

Norðlýsið hevur nú í umleið tvey ár skipa fyri londontúrum saman við Atlantic Airways og Alex Sólstein.

Hetta hevur verið eitt projekt, sum vit á Norðlýsinum hava lagt stóra orku í, og sigast má, at túrarnir hava fingið sera góða undirtøku. Hóast vit hava sent meiri enn hálvttriðjahundrað føroyingar til London, so hava vit higartil bert havt nøgd viðskiftafólk og hava vit ikki fingið eina einastu klagu.

Væl vitandi, at tað er seint at skipa fyri einum slíkum túri í oktober, hava vit tó valt at royna, um áhugi er fyri at fara slíkar túrar so seint á árinum. Skoðbráðið er stutt at tekna seg til hendan túrin, so um onkur er sum kundi hugsa sær at komið við, ja, so er at ringja til Norðlýsið skjótast til ber. Orsakað av at millum annað hotelrúm og sangleikur skal keypast frammanundan, ber tað ikki til at hava longri skoðbráð enn til mánadagin at tekna seg til túrin, so tað ræður um at bera skjótt at.

2. oktober verður farið úr Føroyum og longu ávegis til hotellið vitja vit Natural History Museum, har ímillum mangt annað høvi býðst at síggja modell av einum bláhvali, vit fara umborð á kendu karuselluna London EYE og eftir at hava kekka inn á hotellinum, fáa vit ein góðan døgurða. Dagin eftir triðja oktober vitja vit í Westminster Abbey og St. Paul’s Catedralinum og dagurin endar við einum sera hugnaligum sangleiki, helst Sound of Music.

Triðji dagurin hjá okkum er ikki so hektiskur sum hinir báðir fyrru, tá vitja vit í einum av størstu handilssentrinum í Evropa, nevniliga Bluewater, sum umframt at vera eitt handilssentur við øllum tí eitt slíkt hevur at bjóða, eisini er sera sermerkt, við tað at tað liggur í einum kálkbroti og at onglendingar hava gjørt sera nógv burturúr umhvørvinum kring sentrið.

Ein frídagur skal sjálvandi vera, har fólk kunnu gera tað, teimum lystir. Men okkara royndir vísa, at tey flestu hava hug at uppliva okkurt meira, og tí hava vit tann dagin gjørt ein túr eftir Themsen og oman til Greenwich, har vit vitja sjófartssavnið og ikki minst observatoriið við 0-meridianini. Tann túrurin hevur altíð fingið sera góða undirtøku.

Vit hava buss hjá okkum allar dagarnar uttan frídagin, tá vit brúka taxa oman til Themsen. Sum sæst í lýsing aðrastaðni í blaðnum, so er flogferð, hotel morgunmatur og tvinnir døgurðar við í prísinum umframt at atgongumerki til vitjaninar eisini eru við.

So tað er bara at koma við og at hava gott sinnarlag við á túrinum, vit ansa tær ígjøgnum allar dagarnar.

Seinasta freist er altso mánadagin 8. september.

Skrá fyri túrin í oktober trýst her