Farið verður nú undir seinastu sýningarnar av nógv rósta sangleikinum “Cabaret”, sum Glasir og Tórshavnar Musikkskúli hava sett á pall.
Síðani undanframførsluna tann 24. januar hava 41 leikarar og tónleikarar framført “Cabaret” 7 ferðir í stóra atriumrúminum á Glasi. Tá leiktjaldið fer niður fyri útseldu sýningini í kvøld (sunnukvøldið 2. februar) – tí 8. í røðini – hava tey spælt fyri yvir 3.000 áskoðarum.
Ongin sýning er mánadagin, men týsdagin 4. februar verður so farið undir seinastu sýningarnar. Av teimum fimm sýningunum, sum eftir eru, eru enn pláss á tveimum teirra. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.




