Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinkað føðingardagsheilsan: Kjartan Joensen 60 ár

John William Joensen

Hevði ætlað mær í 60 ára føðingardag hjá Kjartani sum, hóast hann fylti 1. november, var hildin um miðan november, men av tí, at dimantbrúdleyp var her í grannalagnum, fór eg hagar.

Tað er orsøkin til, at eg við hesi grein nú sendi honum eina heilsan á 60 ára føðingardegnum, hóast hon er nakað seinkað. 

Heimini við Keldu í Leirvík og hjá foreldrunum hjá Kjartani, Hansinu og Ingvard Joensen vóru grannahús, hjallarnir knýttir hvør at øðrum, gerðini lógu síð um síð og høvdu somu torvheiðar. – Hetta minnist eg so nógv gott á sum smádrongur, tá eg var í Leirvík og ferðaðist nærum á hvørjum sumri.

Nøkur fólk eru, sum av eini ella aðrari orsøk, fáa meiri av skafti enn onnur, seta sær nakað fyri, eru fødd íverksetarar, alt tykist at eydnast. Ein av hesum er Kjartan.

Ikki vóru tað altíð teir, sum høvdu bestu møguleikar frá barni av, sum framdu stórverk fyri land og fólk. Vit hava fleiri dømi um faðirloysingar, sum gjørdust av størstu vinnulívsmonnum í landi okkara.

15 ára gamal fór Kjartan til skips, troytti bæði Grønlands- og Ný-Foundlansdmiðini við línuskipum á saltfiskaveiðu.

8 ár seinni – í 1970 – fór hann á rækjuveiðu við Vesturvarða, við kenda skiparanum John Dam, og kann hugsast, at grundarlagið fyri væl upparbeiddu fyritøkuni hjá Kjartani varð lagt. Longu á vári í 1975 keypir hann skipið Hvítanes, sum fekk navnið Hvilvtenni, tá er hann bert 27 ára gamal.

Kjartan hugsar nýtt
Síðani menti hetta seg, hann keypti eitt skip fyri og annað eftir komandi árini, meðan tey eldru fóru burturav. Í 1995 bygdi hann nýggjan vælskipaðan virkisbygning, har tað ídag arbeiða 25-30 fólk. Útflutningurin fer til lond í ES.

Umframt virkið hevur hann tveir trolbátar og ein línubát, sum fiska við Føroyar.

Hann er ikki maður, sum steðgar á og sigur, at nú er nógmikið. Nei hann hugsar nýtt. Tí gjørdist hann ein av samstovnarum í Atlantic Petroleum 1998, sum vinnulívsfólk seta stórar vónir til.

Kjartan gjørdist faðirleysur longu trý ára gamal, tá pápi hansara doyði á 42 ára aldri og Hansina sat eftir við 4 dreingjum bert 37 ára gomul. Eini beiggin, Ejlif, druknaði árið frammanundan 9 ára gamal. Umframt missin av Ejlif, doyði Árni í arbeiðsvanlukku í 1972, 32 ára gamal. Men eg minnist Hansinu sum eitt raskt og hendinga lættlynt fólk. Vit eiga at leggja okkum í geyma, at sosialu viðurskiftini vóru ikki so dygg, tá hon sat eftir einsamøll við 4 dreingjum. Men tey komust undan.

Fyri bygdina og fyri alt hetta økið hevur tú, Kjartan, verið ein fongur. Eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum og góðan byr.

Til seinast vil eg siga, at tað hevur kenst gott og verið læruríkt at sita við liðina á tær í tinginum og fari við hesum fáu orðum at ynskja tær og fjølskyldu tíni alt tað besta frameftir, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Blíðastu heilsanir
Jógvan við Keldu