Ímorgin leygardagin skal bera ella bresta hjá Stjørnuni. Stjørnan og Stíf bresta saman í KÍ-høllini í seinnu hálvfinaluni.
Seinna hálvfinalan millum Stjørnuna og StÍF verður
í KÍ-høllini leygardagin kl. 14:00
Stjørnan hevur gott útgangstøði undan seinnu hálvfinaluni í Sunset kappingini,
sum verður leikt í KÍ-høllini leygardagin. Fyrra hálvfinalan varð leikt á Skála
fyri viku síðani, og tann dystin vann greitt Stjørnan 24-14.




