Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinna hálvfinalan sunnudagin

Jákup Ósá

KÍ kvinnurnar spæla seinnu hálvfinaluna í Klaksvík sunnudag móti oddaliðinum.

EBS/Skála er oddalið í landskappingini, har tær liggja 2 stig frammanfyri KÍ. Í steypakappingini er KÍ tó stórfavorittur at koma í finaluna, tí KÍ vann útidystin 4-0 og tí skal ganga heilt illa, um tað ikki verður KÍ, ið møtir ÍF í finaluni 24.august. Men síðani tá hava liðini leikt landskappingardyst, har EBS/Skála vann 2-0, so kanska kann spenningur eisini koma í hendan dystin, um EBS/Skála skorar tíðliga.

Seinna hálvfinalan í Klaksvík byrjar sunnudagin kl. 14.00 og dómari verður Magnus Jørmundsson.

Harleywoodpaint