Svangaskarð verður leygardagin karmur um seinna dystin ímillum KÍ og Hammarby, sum vann fyrra dystin við bara einum máli, og tí er eitt sindur av spenningi í luftini – kann tað bera til, at KÍ skapir eina sensatión?!?
Tá ein tosar um dystir hjá KÍ í evropiskum kappingum, so er tað serliga ein dystur, ið skarar framúr í minninum.
Tað er seinni Evropa-Cup dysturin hjá KÍ í 1995 ímóti Maccabi Haifa á Svangaskarði, tá fleiri føroysk met vórðu sett, og ein minniligur sigur varð vunnin.
Fótbóltsárbókin fyri hetta árið, 1995, skrivar m.a. um avrikið hjá KÍ, at broddur og tyngd var í álopsspælinum hjá KÍ í seinna hálvleiki í tí dystinum, og Olgar Danielsen skoraði heilar tríggjar ferðir í 18 minuttir.
KÍ vann hendan minniliga dystin 3-2, men tað var ikki nóg mikið til at koma víðari í kappingini, tí Maccabi hevði vunnið fyrra dystin 4-0.
Í 1995 gekst illa í
landskappingini…
Um ein skal bera saman árið ár við 1995, so hava hesi bæði árini tað til felags, at tað tá og higartil í ár hevur gingið illa í heimligu kappingini.
KÍ liggur í løtuni á trið niðasta plássi í Formuladeildini, og í 1995 endaði KÍ mín sann eisini triðniðast, bert 2 stig framman fyri Sumba/VB á næst niðasta plássi, meðan NSÍ var niðast tað árið.
Fótbóltur er so ringur at rokna út – sum útgangsstøði kann alt henda – men samstundis eru fleiri løgnar søgur og mytur knýttar at hesum fólkakæra spæli, so … kanska er tað nakað um tað, at tá KÍ klárar seg illa í heimligu kappingini, ja so gera teir ein vørr í Evropa ístaðin!!!
Livst, so spyrst!
Vit fara fjølment á Svangaskarð leygardagin.
KOYR Á KÍ !!!




