Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seismikskipið Geo Coral á Fuglafirði í gjár

Oliver Joensen

 Í gjár fekk norðlýsið eitt tip um, at stóra norska seismikskipið, Geo Coral var á Fuglafirði og tók olju. Vit ætlaðu at fáa eitt prát við ábyrgdarfólk umborð, men har var onki at gera, skipið var læst sum ein øða og onki mátti koma frá skipinum.

So vit komu aftur sum av torvheiðum. Men sigast kann um skipið, at tað er um 108 metur langt og 24 metur breitt og er um 6000 tons DW. Tað gongur einar 15 míl og umborð er manning og seismikfólk, tilsamans 69 fólk.

Skipið er bygt í Noregi í 2010 og er sera væl útgjørt. Umstøðurnar hjá manning og starvsfólkum er á høgum støði. Skipið er bygt til at virka kring allan knøttin, bæði í heitum og køldum sjógvi.

Hvar skipið kom frá ella hvar tað skuldi fingu vit einki at vita um, ein vinarlig vakt ovast á leidaranum greiddi okkum frá, at har var einki at heinta.

Hetta er ikki ókent innan oljuvinnuna, at tingini vera hildin tætt at kroppinum. Tað er lættari at nærkast militerum umráði mangan, enn oljuvinnuni.