Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seks javnaðarvalevni í Eysturoy

Javnaðarflokkurin

Listin hjá Eysturoyar Javnaðarfelag er klárur. Seks valevni eru á listanum til komandi Løgtingsval, og tey eru: Signar Nielsen, Álvur Jøkladal, Petur Páll Mikkelsen, Sigga Óladóttir Joensen, Artur Johansen og Wenzel Olsen.

Listin hjá Eysturoyar Javnaðarfelag er klárur. Seks valevni eru á listanum til komandi Løgtingsval, og tey eru: Signar Nielsen, Álvur Jøkladal, Petur Páll Mikkelsen, Sigga Óladóttir Joensen, Artur Johansen og Wenzel Olsen.

Signar Nielsen er 30 ára gamal. Føddur, uppvaksin og búgvandi í Saltangará. Býr saman við damuni og trimum børnum. Lesur KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum og verður liðugur í 2016. Hevur harumframt tikið HD. Hevur arbeitt innan KT-vinnuna í nógv ár.

Álvur Jøkladal er 38 ára gamal og býr í Saltangará. Giftur við Nicolinu í Lág Jøkladal og saman eiga tey trý børn. Álvur er útbúgvin maskinmeistari og er í starvi sum feltverkfrøðingur hjá PAM Offshore.

Petur Páll Mikkelsen er 52 ára gamal og býr í Syðrugøtu. Hann er útbúgvin lærari. Petur Páll var aktivur í SU sum ungur og hevur sitið í starvsnevnd Javnaðarfloksins í fleiri ár, fyrst nøkur ár sum næstformaður og síðstu árini sum skrivari í flokkinum. Hann var eisini nevndarlimur í Diabetesfelag Føroya frá 2000-2015. Petur Páll hevur einaferð fyrr stillað upp til løgtingsval. Tað var í 1990.

Sigga Óladóttir Joensen er 35 ára gomul og býr í Fuglafirði. Hon er útbúgvin pedagogur og hevur verið virkin í Føroya Pedagogfelag – eitt skifti sum virkandi forkvinna. Seinastu árini hevur Sigga bæði virkað í Eysturoyar Javnaðarfelag og í floksleiðslu felagsins. Eisini er Sigga virkin í býráðspolitikki. Sigga hevur einaferð fyrr stillað upp til løgtingsval. Tað var í 2012.

Artur Johansen er 46 ára gamal, býr á Strondum og er giftur við giftur við Marjun, f. Mikkelsen av Skála. Tey eiga trý børn. Artur er útbúgvin skrivstovumaður og grannskoðari (HD-roknskapur), men hevur seinastu árini verið borgarstjóri í Sjóvar kommunu, har hann eisini hevur sitið sum kommunustýrislimur frammanundan. Artur er annars ein kendur ítróttarmaður, sum hevur verið føroyameistari í hondbólti og kappróðri, og so hevur hann eisini spælt fótbólt við Skála. Í dag er hann ungdómsvenjari í fótbólti, hondbólti og kappróðri.

Wenzel Olsen er 35 ára gamal, býr í Saltangará, og hann starvast hjá entrepinørfyritøkuni RTS. Wenzel er útbúgvin námsfrøðingur og starvaðist á verkstanum Stíggi í fýra ár, áðrenn hann fór til RTS. Wenzel er kendur sum venjari hjá Svani, ÍSB og B68. Politikkur hevur altíð verið partur av hansara lívi – millum annað hava foreldrini sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu.

Signar Nielsen og Álvur Jøkladal eru sostatt nýggj valevni. Petur Páll Mikkelsen er ein gamal kenningur á listanum, tí hann stillaði upp longu í 1990. Hini trý, Siggu Óladóttir Joensen, Artur Johansen og Wenzel Olsen kenna vit frá seinasta løgtingsvali.

Valevnini ynskja eitt meiri samhaldsfast og rættvíst samfelag, og tey eru fús at fara til verka saman við eini sterkari javnaðarmanning eftir valið.

Myndir av valevnunum niðanfyri: