Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seks KÍ venjarar tikið B4

Jákup Ósá

Seks KÍ venjarar hava nú gjøgnumført B4 útbúgvingina.

Jóan Pauli Jacobsen, Oddur Olsen, Petur í Gong, Erik Nielsen, Karsten Hansen og Bára S. Klakstein hava saman við 10 øðrum venjarum luttikið á øllum 160 tímunum á venjaraskeiðnum, Tí er bara próvtøkan eftir, sum verður í august-september. Tá fáa teir møguleika at fáa UEFA B-prógv. Við hesum er KÍ væl á veg til at fáa nógva fakliga vitan inn í felagið á venjarasíðuni.

Myndin er av øllum venjarunum, ið hava fullført B útbúgvingina og sum einans mangla próvtøkuna.

Aftara rað f.v.: Jóan Pauli Jacobsen, KÍ, Oddur Olsen, KÍ, Petur í Gong, KÍ, Poul G. Olsen, EB/Str., Dánial Pauli Davidsen, HB, Brian Fossabrúgv, B36, Niels Petersen, TB, Helgi Rasmussen, B36 og Steinolvur Gudmundsson, NSÍ.
Fremra rað f.v.: Erik Nielsen, KÍ, Jens Erik Rasmussen, MB, Poul Helgi Jacobsen, B68, Erling Dalsgaard, HB, Bára S. Klakstein, KÍ, Hanna Olsen, Víkingur og Karsten Hansen, KÍ.

Mynd og kelda: FSF