Fríggjadagin 1. mars fáa vit at síggja og hoyra, hvør skúli í Føroyum hevur framleitt tað besta íverksetara hugskotið.
Fríggjadagin 1. mars fáa vit at síggja og hoyra, hvør skúli í Føroyum hevur framleitt tað besta íverksetara hugskotið.
Úr Havnini, norður til Vestmanna, um Sundalagið, út á Løkin og norður til Klaksvík leggja næmingarnarnir nú seinastu hendurnar á verkið, sum skal seljast yvirfyri dómsnevndini fríggjadagin.
Í dómsnevndini sita Óla Kristian á Torkilsheyggi, Íverksetarahúsið, Birita Nolsø, BankNordik og Jónhild Rasmussen, Føroya Tele.
Annars frættist, at áskoðararnir kunnu gleða seg til ársins næmingaorkestur, Nám X band, sum ongantíð fyrr sigst at hava verið í betri formi enn í ár.
Tað verður eisini Nám X band sum hitar upp til setanina av SkúlaFM, sum Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, fer at standa fyri kl. 09:30.
Sum skilst ætla skúlarnir at mobilisera til tiltakið, so nógvir næmingar runt um landið fara talsterkir til Havnar at \’heppa\’ uppá sínar finalistar.
Vit rokna við, at vinnarin av SkúlaFM 2013 verður avdúkaður kl. 11:30 og tá hava næmingarnir verið eina nokkso umfatandi ferð gjøgnum íverksetarauniversið, sum byrjaði í september í fjør við fleiri Innovation Camps, og sum í november vórðu fylgdir upp við Sølu & framførslu, áðrenn endaligu powerráðgevinga nú í februar.




