Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seks vilja vera nevndarlimir

Starvsmannafelagið

NEVNDARVAL 2016: Áhugin at vera valdur í nevndina í Starvsmannafelagnum er óvanliga stórur hesaferð. Hetta varð greitt, tá ið uppstillingarfreistin var úti á miðnátt í gjárkvøldið

NEVNDARVAL 2016: Áhugin at vera valdur í nevndina í Starvsmannafelagnum er óvanliga stórur hesaferð. Hetta varð greitt, tá ið uppstillingarfreistin var úti á miðnátt í gjárkvøldið

Tað verður rættulig kapping um nevndarsessirnar, sum standa fyri vali á áðalfundi Starvsmannafelagsins 5. mars. Sjáldan, um yvirhøvur nakrantíð fyrr, hevur áhugin, at stilla upp verið so stórur sum í ár.

Tríggjar kvinnur og tríggir menn bjóða seg fram, og skulu tey kappast um tveir nevndarsessir, sum standa fyri valið hesaferð.

ValevniniTey, sum stilla upp eru hesi:

  • Gunnar Hjelm, starvast á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
  • Harald H. Haraldsen, starvast á Landssjúkrahúsinum.
  • Alma Hansen, starvast á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar Kommunu.
  • Karin Jacobsen, starvast hjá Tórshavnar kommunu.
  • Jóngerð Simonsen, starvast á Akstovuni.
  • Hilmar Augustinussen, starvast á Gjaldstovuni.

Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár í senn, og frammanundan er greitt, at tveir nevndarsessir skulu mannast av nýggjum á aðalfundinum 5. mars.

Nevndarvalið verður á aðalfundinum í Norðurlandahúsinum 5. mars, og tá verður somuleiðis formansval á skránni.

Talgilt undanvalSum nakað nýtt skipar Starvsmannafelagið hesaferð fyri talgildum undanvali til formans- og nevndarvalini. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin at greiða atkvøðu.

Undanvalið byrjar 15. februarog til ber at velja til fríggjadagin 4 mars. kl. 15.

Limir, sum ætla at velja talgilt skulu fyrst venda sær til Starvsmannafelagið, har teir fáa nærri boð um mannagongdina. Skrivið eitt teldubræv til starvsmannafelag@starvsmannafelag. fo ella ringið 614868, 284868 ella 214768 og sigið frá um tit vilja atkvøða talgilt. Men sum sagt: í fyrsta lagi 15. februar!

Um limi av serligum grundum berst frá at velja talgilt og heldur ikki fer á aðalfundin, verður viðkomandi biðin um at venda sær til skrivstovuna, tó í fyrsta lagi 15. februar.