Tíðin er farin frá at einstaklingar og fyritøkur fáa aliloyvir ókeypis í Noregi. Tann reyðgrøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg byrjaði arbeiði við at broyta skipanina við at lata aliloyvir. Og nú hveur bláa stjórnin hjá Ernu Solberg gjørt fyrsta partin av hesum arbeiðnum liðugt. Fyri góðum hálvum ári síðani gekk freistin út at søkja um sokalla grøn aliloyvir. Krøvini til tey sum ynsktu at fáa fatur á hesum loyvunum vóru millum annað hvussu fyritøkurnar vilja reka hesi aliloyvini grønari enn tey loyvini sum longu eru í vinnuni. Harafturat skuldu fyritøkurnar bjóða eina upphædd fyri at fáa fatur á loyvunum.
Tíðin er farin frá at einstaklingar og fyritøkur fáa aliloyvir ókeypis í Noregi.
Tann reyðgrøna stjórnin hjá Jens Stoltenberg byrjaði arbeiði við at broyta skipanina við at lata aliloyvir. Og nú hveur bláa stjórnin hjá Ernu Solberg gjørt fyrsta partin av hesum arbeiðnum liðugt. Fyri góðum hálvum ári síðani gekk freistin út at søkja um sokalla grøn aliloyvir. Krøvini til tey sum ynsktu at fáa fatur á hesum loyvunum vóru millum annað hvussu fyritøkurnar vilja reka hesi aliloyvini grønari enn tey loyvini sum longu eru í vinnuni. Harafturat skuldu fyritøkurnar bjóða eina upphædd fyri at fáa fatur á loyvunum.
Fríggjadagin almannakunngjørdi norska fiskivinnuráðið úrslitið av kappingini um 15 aliloyvir. Fyrrverandi størsti eigarin í Bakkafrost, Salmar, hevur brúkt ein part av pengunum teir fingu fyri Bakkafrost-partabrøvini, til at keypa sær nøkur av hesum nýggju loyvunum.
Av teimum 15 loyvunum hevur Salmar fingið bjóða átta loyvir fyri tilsamans 494 milliónir norskar krónur. Fyritøkan hevur bjóða millum 55 og 66 milliónir krónur fyri hvørt loyvi.
Landskassin selir til landskassan
Cermaq kann keypa fimm av loyvunum. Teir hava bjóða millum 55 og 63 milliónir fyri hvørt loyvi, og fáa loyvini við at gjalda til saman 299 milliónir krónur. Norski landskassin eigur 59 prosent av Cermaq.
Jon Hindar, aðalstjóri í Cermaq, sigur at tey eru nøgd við úrslitið, og at Cermaq skal gera sum best burturúr hesum loyvunum. Cermaq hevur í dag meginpartin av sínum virksemi í Kili, men roynir at fáa eina sterkari støðu í heimlandinum Noregi.
Tey bæði seinastu loyvini kunnu Norway Royal Salmon og Bjørøya Fiskeoppdrett fáa fyri 56 og 55 milliónnir fyri hvørt aliloyvi. Av fyritøkunum sum hava fingið høvi at fáa fatur á hesum fimtan aliloyvunum, so er tað bara Bjørøya sum ikki er skrásett á keypsskálanum í Oslo.
Hetta er fyrstu ferð at at norskir myndugleikar krevja gjald fyri aliloyvir. Higartil hava norðmenn havt somu skipan sum føroyingar, at sjálvt aliloyvi ikki kostar nakað at fáa. Seinnu árini eru aliloyvir seld fyri risaupphæddir millum privatar fyritøkur. Nú ynskja politikkararnir at landskassin eisini skal hava sín part fyri at leggja til rættis fyri at alivinnan kann mennast.
Boðið hjá Salmar uppá 66 milliónir fyri tvey av loyvunum er tað mesta nakar hevur bjóða nakrantíð. Frammanundan var sølan av Jøkelfjord-fyritøkuni tann sum átti metið. Tá keypti Morpol hesi aliloyvini fyri umleið 60 milliónir fyri hvørt aliloyvi. Seinni keypti Marine Harvest Morpol.
Fleiri fáa svar áðrenn páskir
Almenna sølan av aliloyvum er ikki av enn. Myndugleikarnir hava boða frá at teir áðrenn páskir koma at almannakunngera hvør sum fær 20 grøn aliloyvir í Norður-Noregi . Til hesi loyvini eru 59 umsóknir komnar. Til tey 15 loyvini sum nú eru givin komu 70 umsóknir.




