Leygardagin 5. apríl kl. 10-15 verður seminar í Filadelfia í Havn, har Fríðtór Debes fer at undirvísa um forbønartænastuna og tað at liva sum ein forbiðjari fyri landi og fólki. Seminarið er býtt upp í 4 partar, har høvi eisini er at fáa kaffi og ábit. Kostnaðurin er kr. 50/- fyri hvønn. Ikki er neyðugt at tekna seg.
Leygardagin 5. apríl kl. 10-15 verður seminar í Filadelfia í Havn, har Fríðtór Debes fer at undirvísa um forbønartænastuna og tað at liva sum ein forbiðjari fyri landi og fólki. Seminarið er býtt upp í 4 partar, har høvi eisini er at fáa kaffi og ábit. Kostnaðurin er kr. 50/- fyri hvønn. Ikki er neyðugt at tekna seg.
Hetta er fjórða seminarið í vár. Eitt er so eftir, tað árliga Ísrael-seminarið, ið verður leygardagin 17. mai í samband við, at Ísrael gerst 66 ár.
Vit liva í eini tíð, har tað ongantíð hevur verið so stórur tørvur á FORBIÐJARUM fyri landi og fólki sum júst ídag. Eitt ættarlið, ið kendi til at biðja og liva í bøn, er í ferð við at fara. Eitt nýtt ættarlið veksur upp, ið lítið og einki kennir til hesa stóru tænastu. Gud ynskir at reisa upp eitt ættarlið av trúgvandi kvinnum og monnum, ið vilja eins og gomlu profetarnir standa á varðhaldi landinum til verju og varnar.
”fØll trúgvandi eru kallaði at biðja og liva eitt dagligt lív í bøn. Men har er ein síða, ið ikki altíð verður so nógv tosað um, og er tað forbønartænastan – henda tænastan, har kvinnur og menn í øllum aldri kunnu gera eitt veldugt verk saman við Heilaga Andanum, til stóra signing fyri land og fólk. Land okkara hevur brúk fyri veking!
”fHvussu stóran týdning henda tænasta í veruleikanum hevur – sæst eina best við at hyggja at Jesu tænastu í dag sum høvuðsprestur og forbiðjari. Í veruleikanum hevur Jesus staðið í forbøn fyri okkum í 2000 ár. Hetta er sera nógv, tá hugsað verður um, at tíðin Hann virkaði her niðri einans var góð 3 ár. Hetta átti at víst okkum, hvussu stóran dent Hann leggur á forbøn.
”fBesti parturin við hesi tænastu er, at øll – óansæð aldur og kyn kunnu luttaka og gera mun, har tú livir og býrt.
”fIkki minst talar Harrin til øll tey 67+ ið eru meira ella minni leys av arbeiðsmarknaðinum og sum dagliga kunnu gera ein stóran mun.
”fVerð tú ein, ið ynskir at teljast við. Gud hevur eitt stórt bønar-ævintýr fyri øll tey, ið ynskja nakað meira. Kom inn í ALT tað, ið tú kanska ikki náddi, meðan tú vart yngri, men sum tú nú hevur møguleika til – gjøgnum tínar bønir og forbønir. Ein sera spennandi heimur liggur opin fyri øllum trúgvandi, ið ynskja og vilja gera brúk av hesum møguleika at gera mun!
”fSyndin marsjerar við fullum seglum inn í samfelag okkara, ja, enntá langt inn í samkomurnar og fáar eru røddirnar, ið tala at, har neyðugt er at tala at, út frá Orði Guds.
”fYnskir tú, at vita meira um hesa sera týdningarmiklu tænastu, ja, so ert tú vælkomin í Filadelfia leygardagin 5. apríl kl. 10.




