Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Semingsuppskotið góðtikið

Vinnuhúsið

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði fríggjakvøldið kl. 22.00 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

Semingsuppskotið varð vrakað, men eftir samráðingar var nýtt uppskot lagt fram, sum báðir partar góðtóku.
 
Sáttmálarnir eru sostatt longdir í tvey ár.
 
Lønarhækkingarnar, sum avtalaðar eru, eru hesar:
1.     mai 2018                 Lønin hækkar við kr. 3,25 um tíman
1.     mai 2019                 Lønin hækkar við kr. 3,30 um tíman
 
Harafturat eru aðrar broytingar í sáttmálanum, eitt nú í viðbótum fyri starvsaldur. Hetta gevur eina samlaða lønarhækking á 5,82% yvir 2 ár.