Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semir: – Eg stórtrívist í KÍ

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Tað at Semir Hadzibulic og hansara familja trívast so væl í Klaksvík hevði avgerandi týdning fyri, at hann valdi at leingja sáttmálan við KÍ við tveimum árum.

Tað at Semir Hadzibulic og hansara familja trívast so væl í Klaksvík hevði avgerandi týdning fyri, at hann valdi at leingja sáttmálan við KÍ við tveimum árum.

Fyrrapartin gjørdi Semir Hadzibulic nýggjan sáttmála við KÍ, sum er galdandi fyri 2018 og 2019. Eftir at hann hevði skrivað undir, so spurdu vit hann, hví hann valdi at halda fram.

– Eg eri glaður at vera partur av hesi familjuni. Eg eri glaður fyri at arbeiða saman við venjaranum og hinum í hópinum, og tað hevur stóran týdning. Eg og mín familja hava verið glað fyri at verið her í Klaksvík. Eg havi sagt fyri øllum, at eg kann bara spæla fyri KÍ í Føroyum og fyri mín bý í Serbia. Hetta er tí, at eg og familjan frá fyrsta degi hava verið sera væl móttikin og væl viðfarin av fólkunum kring felagið og fólkunum í býnum. Av tí sama havi eg valt at vera verandi her í tvey ár afturat, sigur Semir Hadzibulic við Norðlýsið.

KÍ verður betri og betri

Um framtíðina er Semir bjartskygdur og hóast liðið ikki hevur havt hepnið við sær seinastu dystirnar, so fer tað ikki at forða liðnum í at mennast gjøgnum árið.

– Eg haldi, at vit blíva betri fyri hvørt ár. Her eru nógvir ungir leikarar, sum hava eina bjarta framtíð og eisini hava møguleikan at fara uttanlands at spæla. Í ár hava vit ikki havt hepnið við okkum, tí í tveimum teimum síðstu dystunum hava vit latið avgerandi mál inn í seinastu minuttunum, men tað er fótbóltur. Eg vænti, at vit blíva betri og betri sum árið gongur, sigur Semir Hadzibulic.

Oliver Joensen tók myndirnar á loftinum í KÍ høllini, tá Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð og Jóannes K. Danielsen skrivaðu undir nýggjar sáttmálar við KÍ.

Harleywoodpaint