Norðlýsið hevur kannað, hví týdningarmikli KÍ miðvallarleikarin bleiv útskiftur í hálvleikinum.
Norðlýsið hevur kannað, hví týdningarmikli KÍ miðvallarleikarin bleiv útskiftur í hálvleikinum.
Tá KÍ kom út til seinna hálvleik í dag var greitt, at Semir Hadzibulic var útskiftur fyri Tórur Justesen. Semir hevur verið millum teir mest sannførandi hjá KÍ í ár, so heima áskoðararnir hugsaðu nokk sítt, nú hann fór út og ein steypafinala stendur fyri framman um 6 dagar. Norðlýsið hevur frá góðum keldum fingið upplýst, at orsøkin var, at hann fekk ein snudd og ein vildi ikki taka nakrar møguleikar. Tí røkist alt fyri, at hann verður klárur til finaluna.
Atli og Sorin fóru tíðliga út
Hjá Víkingi hendi nærum tað sama við tveimum av týdningarmiklu leikarunum. Veteranurin Sorin Anghel, sum hevur verið eyðsýndur á miðvøllinum seinastu dystirnar, fór út eftir 39 minuttum. Orsøkin var ein skaði, men útskiftingin var fyrst og fremst gjørd, so at hann kundi vera klárur til finaluna. Og hjá Atla Gregersen, sum fór út í 56. minutti, var orsøkin, at hann var darvaður av sjúku. Eins og hjá Semir, so væntast báðir at blíva klárir til steypafinaluna á Tórsvølli leygarkvøldið. Sostatt vera bæði liðini væntandi fullmannaði burtursæð frá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi, sum hevur leikbann.




