Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar at samgongan er nú samd úm fíggjarlógaruppskotið fyri 2008
– Eg kann vátta at vit nú eru samdir um fíggjarlógina og vit hava í hesum sambandi bjóða inn til tíðindafundar í fíggjarmálaráðnu í dag kl. 16:30.
Magni vil tó ikki siga nakað meira um semjuna júst nú, men hann heldur at semjan er á eini góðari leið.
– Eg trúgvi at hetta er so langt ein kann koma í einum valárið og sjálvur eri eg ikki heilt nøgdur – men heldur ikki ónøgdur.
Fer at avsánna fleiri páhald
Spurdur um Renturfrádráttin, sigur Magni Laksáfoss at tað er beinleiðis skeivt tá sagt verður at hann hevur kravt skerjingar í rentufrádráttinum.
– Tað eru so nógv løgin páhald komin fram í pressuni undir hesum samráðingunum og eg havi ikki tíma at brúkt orku uppá at komið við viðmerkingum hvørjaferð okkurt hevur verið í pressuni.
– Eg ætli mær at nema við hetta á tíðindafundinum seinri í dag – men eg kann siga beinan vegin at eg havi ikki sett nakað krav fram um at lækka rentufrádráttin. Hann var uppi á borðinum og vendi undir viðgerini eins og mong onnur mál.
Sostatt er greitt at samgongan nú er samd um eitt fíggjarlógar uppskot – hóast fleiri tekniskar justeringar eru eftir at gera.




