Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Send útlendskar familjur úr landinum aftur!

Danial Viðoy

Danskur politikkur: Danski Fólkaflokkurin heldur at tað eigur verða áfest við lóg, at møguleiki skal vera at senda familjur, sum ikki geva Danmark nakað, út úr aftur landinum aftur.

Danskur politikkur: Danski Fólkaflokkurin heldur at tað eigur verða áfest við lóg, at møguleiki skal vera at senda familjur, sum ikki geva Danmark nakað, út úr aftur landinum aftur.

Hetta tosið er komið fram í kjalarvørrinum av, at Tv2 hevur varpað ljós á tvær kriminellar familjur, ið bert liva av almennum donskum stuðli.

Tað eru útlendskar familjur í Danmark, hvørs høvuðsgrundarlag eru almennir pengar/stuðul frá danska statinum. – Nakrar hava livað av almennum stuðli í 10-15 ár, uttan at hava arbeitt nakað sum helst.

Tað hevur fingið pissið í kók hjá Danska Fólkaflokkinum.

– Vit eru til grin. Vit eru alt ov góðtrúgvin og bláoygd í Danmark – vit lata onnur misnýta okkum. Vit í Danska Fólkaflokkinum halda, at hesar kriminellu familjurnar, burdu mist uppihaldsloyvið í Danmark, sigur Martin Henriksen, nevndarlimur í Útlendinga- og Integratiónspolitikkinum í Fólkatinginum.

– Um tað veruliga er soleiðis, at hesar familjur hava fingið almennan stuðul í 10-15 ár, eigur tað ikki at vera skeivt at siga: at ”tit ynskja ikki at geva danska samfelagnum nakað”.

Tískil eiga vit at hava møguleika fyri, at taka teirra uppihaldsloyvið aftur og senda familjuna út úr landinum aftur. Tað eigur at vera ein slíkur møguleiki í lóggávuni, sigur Martin Henriksen at enda.