Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sendistovan í nýggjum hølum

Sendistovan

Mánadagin 8. august letur Sendistovan dyrnar upp í nýggjum hølum í Stiðjagøtu 5 í Havn, har Formula fyrr helt til. ”zHetta gevur okkum og okkara virksemi nýggjar møguleikar at mennast og vaksa í”, sigur Christian Nagata, nevndarformaður. ”zBara til skeltaframleiðsluna er hetta eitt risaframstig”.

Síðani Sendistovan sá dagsins ljós í 2007 hevur hon húsast úti í Grønlandi, men nú verður flutt í betri og meira hóskandi høli. Tey á Sendistovuni gleða seg at bjóða kundum, veitarum og samstarvsfelagum vælkomnum í nýggju hølunum.

”zEg eri serliga spentur upp á at vit 20, sum starvast á Sendistovuni skulu fáa enn betri arbeiðsumstøður, so okkara kreativa output gerst enn betri”, sigur Niels Arge Galán, stjóri.

Annars er alt við tað gamla: Telefonnummarið er framvegis 347 150, og heimasíðan er www.sendistovan.fo

Hetta kunnu vit eisini gera fyri teg – og frá mánadegnum 8. august er tað í Stiðjagøtu 5!

Sendistovan er føroyski heildarveitarin innan grafiska sniðgeving, skelting og stórprent, lýsingar og marknaðarføring, dekorering og on- og offlinesamskifti. Okkara kreativitetur tryggjar, at loysnin er vøkur, óvæntað og effektiv, og í góðum samstarvi við okkara kundar.

Fyri Sendistovuna er eingin uppgáva ov lítil, og eingin ov stór. Tað sum hevur týdning er at problemið verður loyst.

Harleywoodpaint