Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sendu ikki boð í Norðoyggjar

Oliver Joensen

Plastbáturin Hella úr Havn, sum sakk í Nólsoyarfirði. Ongin gummibátur var í maskinbátinum og heldur ongin maður.

Bjargingarliðini hava nú tikið 8-mannafarið Hella upp av havsins botni í Nólsoyarfirði. Sum skilst hevur baturin eitt hol í stýriborðssíðu. Ongin maður var í bátinum og heldur ongin gummibátur.
Nú verður spurt, hví menn ikki hava funnið gummibátin tá so dyggiliga hevur verið leitað. Í Norðoyggjum var steindeytt á leitingardegnum, hóast tað var stormur lágt mikudagin í síðstu viku. Norðlýsið ringdi bæði á politistøðina í Klaksvík og til leiðaran fyri Norðoya Bjargingarfelag, men hvørgin hevði fingið nøkur boð um at fara at leita. Tað undraði nevniliga okkum, at ikki var leitað sunnanfyri oyggjarnar her, tí stutt er úr Nólsoy og norður ímóti Borðoynni og Svínoynni. Um so var, at maðurin var farin í gummibátin, so var ikki óhugsandi at hesin hevði rikið undan vindinum norðureftir, hóast sjóvarfallið rak suðureftir.