Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera áhugaverdur gongutúrur Fossá – Múli

John William Joensen

Sunnudagin, 28. September kl 14, verður skipað fyri gongutúri millum bygdirnar Fossá–Múli, ið liggja á eystursíðuni á Borðoynni.

Tíðindaskriv frá Norðoya Gongufelag

Múli telist millum tær elstu bygdirnar í Norðoyggjum. Bygdin er nevnd í Hundabrævinum, og er hetta skrivligt prógv fyri, at hon hevur verið bygd mitt í 1300-talinum

Á hesum túri verður nógv ymiskt at hoyra, fyri ikki at gloyma søguna um Guttorm í Múla. Skiftið eftir áðurnevnda Guttorm vísir, at hann var av ríkastu monnum í Føroyum. Eisini var Guttormur ein sjáldsamur persónur við framúr góðum gávum og eisini meira fjølbroyttum gávum enn flestu aðrir merkismenn í søgu okkara. Guttormur er føddur um 1657 og doyr um 1739

Gingið verður eftir gomlu bygdagøtuni, og forbí Lambagjógv, Svarthamar og Klisdal. Við á ferðini er sera góður frásøgumaður.

Komin norð til Múla verður matpakkin notin, meðan hoyrt verður um Múlabygd

Meir um túrin fæst at vita á Norðoya Kunningarstovu
Tilmelding: Norðoya Kunningarstova, tel 456939 info@klaksvik.fo
Túrurin tekur um 4/5 tímar
Túrurin er lættur/miðal

Møtt verður á Kunningarstovuni kl. 13.40