1. mai kl.13 skipar Norðoya Kunningarstova fyri gongutúri Katlarnir – Árnafjørður
Tíðindaskriv frá Norðoya Kunningarstovu
Farið verður úr Klaksvík og koma fyrst til Ánir. Síðani gongur leiðin eftir gomlu bygdagøtuni til Árnafjarðar. Um Skarðið, sum liggur á 429 metra hædd, gongur leiðin norður á Katlarnar til gamla Tingstaðin í Norðoyggjum.
Leiðin gongur síðani suður á gomlu bygdagøtuna, oman ígjøgnum Ovaru stígar, til Svartafoss og til bygdina Árnafjørð
Tilmelding: Norðoya Kunningarstova, tel 456939/216939 info@klaksvik.fo
Prísur: kr. 200,-
Íroknað prísin er: ferðaleiðari, te/kaffi við ábit, flutningur aftur til Klaksvíkar
Fráfaringarstað: Norðoya Kunningarstova, Varpabrúgvin 1
Um veðrið ikki verður til vildar, verður túrurin leygardagin 03.mai kl.13.




