Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera góð úrslit aftur í ár!

(Hannefía Joensen)

Eisini 2007 hevur verið eitt virkið ár hjá ÍSB, har ungir íðkarar saman við venjarum og leiðarum hava tikið lut í kappingum um allan heim.

Umframt, at tveir svimjarar okkara eru norðurlendskir meistarar, hava ítróttarfólk hjá ÍSB vunnið hópin av heiðursmerkjum í altjóða kappingum.

Malmø Open
Hetta er kapping í svimjing, har ÍSB hevur luttikið í fleiri ár. Í ár var kappingin 9. – 11. februar, og føroysku luttakararnir vóru Apolonia Justesen, Ragnvaldur Jensen, Dann Akursmørk og Osvald Hansen.

Úrslitini vóru framúr góð, og allir svimjararnir settu persónlig met.

Heiðursmerki høvdu tey eisini heimaftur við sær :

2 gullmerki : Ragnvaldur Jensen, 2.
3 silvurmerki : Ragnvaldur Jensen 2, Osvald Hansen 1.
1 bronsumerki: Dann Akursmørk 1.

Harumframt vann Ragnvaldur Jensen steyp í 50 metra frísvimjing í FIFH-Cup, har hann gjørdist nr. 2 í finaluni.

Danish Open
Vikuskiftið 9. – 11. mars var stór svimjikapping í Esbjerg fyri rørslu- og menningartarnað.

Føroysku svimjararnir vóru : Ragnvaldur Jensen, Apolonia Justesen, Dann Akursmørk, Osvald Hansen og Heidi Andreasen.

Luttakarar vóru úr øllum heiminum, m.a. úr Kina, Ungarn, Týsklandi og Hálandi, har tey eiga nakrar av heimsins bestu svimjarum.

Føroyska úrslitið gjørdist 15 heiðursmerki :

6 gullmerki : Heidi Andreasen 4 og Ragnvaldur Jensen 2.
4 silvurmerki : Apolonia Justesen 2 og Ragnvaldur Jensen 2.
5 bronsumerki : Heidi Andreasen 3 og Apolonia Justesen 2.

Umframt øll heiðursmerkini, so vórðu fleiri persónlig met sett. Serliga áhugavert var at fylgja unga stjørnuskotinum, 9-ára gamla Dann Akursmørk úr Klaksvík. Her er okkurt at byggja víðari á!

FM í boccia
Kappingin um føroyameistaraheitið í boccia fór fram í Runavík 24. mars.

30-40 luttakarar vóru við í kappingini, harav tey flestu vóru úr bólkinum menningartarnað. Heiðursmerkini vórðu býtt soleiðis :

Rørslutarnað, ung
1. Dánjal Jákup Djurhuus
2. Martin Kristoffur Christiansen
3. John Heri Johansen

Rørslutarnað, vaksin :
1. Marius Johansen
2. Jógvan Telling Joensen
3. Valdi

Menningartarnað
1. Jørgen av Vollanum
2. Símun Petur Zachariassen
3. Jonhard Haraldsen

FM í svimjing
Kappingin fór fram 28. mars í svimjihøllini í Gundadali í Havn.

Hesi vunnu heiðursmerki :

Gullmerki : Ragnvaldur Jensen 3, Kristian Martin Garðalíð 2, Eyðdis á Løgmansbø 2, Osvald Hansen 1, Símun Petur Zachariassen 1, Rannvá Falkvard 1.
Silvurmerki : Apolonia Justesen 4, Marjun Niclasdóttir 2, Halla Poulsen 1, Símun Petur Zachariassen 1, Hans Jacob Bárá 1, Súsanna Johannesen 1.
Bronsumerki : Osvald Hansen 2, Halla Poulsen 1, Elvin Weihe 1, Marianna Guttesen 1, Jenny Thomsen 1, Beinta Sørensen 1, Esther Maria Poulsen 1.

International German Swimming Championships
Á hvítusunnu, 24. – 27. mai, tóku 5 svimjarar frá ÍSB lut í hesi stóru kapping, sum varð hildin í Berlin.
Svimjararnir vóru Heidi Andreasen, Apolonia Justesen, Ragnvaldur Jensen, Dann Akursmørk og Osvald Hansen.
Tað gekk væl í kappingini. Heidi vann t.d. á heimsmeistaranum, Jessica Long á teininum 50 m frí. Eingin annar í teirra bólki hevur áður vunnið á henni á júst hesum teininum.

Føroyingarnir vunnu heili 23 heiðursmerki :

12 gull : Apolonia Justesen 5, Ragnvaldur Jensen 3, Dann Akursmørk 3, Heidi Andreasen 1
6 silvur : Ragnvaldur Jensen 2, Heidi Andreasen 4.
5 bronsu : Heidi Andreasen 3, Dann Akursmørk 2.

HM í svimjing fyri menningartarnað
Kappingin fór fram í Gent í Belgia í døgunum 19. – 26. august.

Føroysku luttakararnir vóru : Ragnvaldur Jensen og Apolonia Justesen.

Kappingin var á sera høgum støði. Vit vunnu ikki heiðursmerki, men gekk tað tó ógvuliga væl hjá føroysku svimjarunum. T.d svam Ragnvaldur seg í finaluna í 50 m bringu og heili 6 nýggj føroysk met vórðu sett.

CAN/AM Championships.

Kappingin var í Vancouver í Canada, og føroyska umboðið var Heidi Andreasen. Okkurt um 200 svimjarar úr øllum heiminum vóru við í kappingini.

Heidi stóð seg væl og vann 2 gull- og 2 silvurmerki.

Special Olympics World Summer Games.
10 umboð fyri ÍSB tóku lut í leikunum fyri menningartarnað, sum í ár fóru fram í Shanghai í døgunum 28. sept. – 11. okt. Yvir 165 lond luttóku við uml 7500 atletum.

Luttakararnir vóru:
Í svimjing : Apolonia Justesen, Ragnvaldur Jensen, Halla Poulsen og Magnus V. Olsen.
Í frælsum ítrótti, : Júst í Túni, Maiken Olsen, Sharada Unadóttir og Kristian Martin Garðalíð.
Í boccia : Unn Mortensen og Elvin Weihe,

Aftur til Føroya komu tey við 11 heiðursmerkjum :

5 gull : Ragnvaldur Jensen 2, Apolonia Justesen 1, Halla Poulsen 1, Unn Mortensen 1.
3 silvur : Ragnvaldur Jensen 1, Halla Poulsen 1, Magnus V. Olsen 1.
3 bronsu : Magnus V. Olsen, Júst í Túni, Maiken Olsen.

NM í svimjing

Kappingin var í Reykjavík í døgunum 19. – 21. okt. og úr Føroyum vóru 4 luttakarar: Heidi Andreasen, Ragnvaldur Jensen, Apolonia Justesen og Osvald Hansen.

Úrslitið gjørdist :

7 gullheiðursmerki : Heidi Andreasen 4, Ragnvaldur Jensen 3.
3 silvur : Heidi Andreasen 2, Ragnvaldur Jensen 1.
6 bronsu : Apolonia Justesen 5, Osvald Hansen 1.

Jólakapping í Klaksvík

Næsta kappingin verður ein stór jólasvimjikapping fyri bæði rørslu- og menningartarnað. Meira um hesa kapping stendur á heimasíðu okkara: www.isb.fo


2008

Paralympic Games

Ein av teimum heilt stóru avbjóðingunum komandi ár eru Paralympisku leikirnar, sum verða í Beijing í september.

INAS-FID European Swimming Championships

Verður væntandi í august. Enn er ikki staðfest, hvar kappingin verður hildin.

Umframt hesar, er ætlanin at luttaka í nøkrum av somu kappingunum sum í 2007, herímillum Malmø og Danish Open.