Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera góður gróður í ár

Jákup Ósá

Seyðamenn siga, at gróðurin í ár er óvanliga góður og at hetta skuldi sást aftur á lombunum.

Fleiri hava verið á fjalli og aðrir fara hesar komandi tvær vikurnar. Sum heild lata menn væl at, hvussu lombini síggja út í mun til árstíðina og serliga skyldast tað, at vit hava óvanliga nógv gras í ár, tí veðurlíkindini hava verið so góð fyri gróðri í ár.

Hevur tú myndir frá onkrari fjallgongu ella hagatúri í sunmar, so send okkum tær á info@nordlysid.fo