Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera lítið skrivligt tilfar í Phoenix málinum

John William Joensen

Einki skrivligt er sum prógvar at fíggjarnevndin varð kunnað um Phoenix málið. Ei heldur er nøkur skrivlig tilráðing frá grannskoðarunum ella fíggjareftirlitinum.

Í tíðindaskrivinum sum kommunan sendið fjølmiðlunum, tá tað var greitt at býráðið hevði mist pening í skandalu rakta týska íløgufelagnum, stendur at Kommunan hevði ráðført seg hjá grannskoðara.
Tað er grannskoðaravirkið SPEKT sum er grannskoðari hjá Klaksvíkar Kommunu men teir vildu ikki gera viðmerkingar.
Vit tosaðu við Súni Schwartz Jacobsen og Paula Ellefsen, men teir vildu ikki viðmerkja konkret mál men kundu bara svara hvussu teir gjørdur generelt.
– Vit kunnu ikki gera viðmerkingar um mál sum viðvíkja okkara kundum.
Spurdir um tað er rætt, sum leysatíðindi vilja vera við, at grannskoðarafelagið umboðaði týska íleggjarafelagið ella beinleiðis var sølufremjandi fyri týska felagið, var svarið at hetta als ikki var rætt.
– Vit umboða hvørki umtalaða meglaravirkið ella nakað annað meglaravirkið. Vit ráðgeva heldur ikki okkara kundum hvørt teir skulu plasera teirra pening í ávísar penigastovnar, meglaravirkir ella á annan hátt.
– Tá vit vera spurdir av viðskiftafólkum um hvat er rættast at taka lán ella at plasera pening, so geva við sama svar, sum ein eisini far í einum vanligum peningastovni.
– Vit greiða t.d. frá at nakað av tí tryggasta er statsobligatiónir og annars vandamálini viðvíkjandi øðrum papírum.
– Vit fara ikki inn og mæla til ella frá, tí tað er kundin sjálvur sum hevur ábyrgd av hvat hann ger við pengar sínar.
– Grannskoðararnir hjá SPEKT kundu sostatt hvørki vátta ella avsannað um Klaksvíkar Kommuna hevði ráðført seg hjá teimum áðrenn teir settu pening í Phoenix Kapitaldienst.

Lógin ikki tulka rætt
Í tíðindaskrivinum frá Klaksvíkar Kommunu, sum var sent fjølmiðlunum tann 16. mars í ár stendur soleiðis:
"…… Kommunan metir seg í hesum máli at hava gjørt alt neyðuga forarbeiðið sum skal til fyri at tryggja, at pengarnir vóru í tryggum hondum. Váttan er fingin til vega frá Finanstilsynet, um at felagið er skrásett og hevur loyvi at reka fondsmeklaravirksemi í Danmark. Somuleiðis er felagið grannskoðað av altjóða grannskoðarafelagnum KPMG, ið er sama samtak, sum grannskoðar eitt nú Klaksvíkar Kommunu og Føroya Banka…….
…….Áðrenn peningur varð fluttur, vórðu fleiri kanningar gjørdar um felagið, og niðurstøðan var, at hon hevði gott orð á sær, og at nógvar fyritøkur í Føroyum høvdu innlán har.
Grannskoðari kommununnar hevði heldur ikki nakað at viðmerkja – hvørki í samband við minna innlánið í 2002 ella tá upphæddin varð hækkað í 2003……
"
Tað er sjálvandi ymiskt hvussu ein útleggur eitt tíðindaskriv, men sum Norðlýsið lesur orðingarnar í tíðindaskrivinum er  eingin ivi um at Klaksvíkar Kommuna metir grannskoðara sín hava góðkent at kommunan setti pening í týska íløgufelagið.
Men um kommunan hevur spurt seg til ráðs hjá grannskoðara sínum ella ikki hevur so at siga einki við málið at gera tí ábyrgdin at tulka lógina rætt liggur hjá Kommununi og hetta verður óivað tað sum kommunala eftirlitið fer at meta um.

Kommunan stramma reglurnar
Norðlýsið fekk eisini innlit í málið frá kommununi og her sást m.a. at kommunan í løtuni arbeiðir við at gera greiðar reglur fyri hvørji mál skulu leggjast fyri fíggjarnevndina.
Í hesum førinum var fíggjarnevndin bert munnliga kunnað, men í framtíðini fara mál viðvíkjandi ongnum og peningini hjá kommununi altíð at vera løgd fyri fíggjarnevndina sum mál til viðgerðar og tí verða tey eisini skrivaði í fundarbókina hjá nevndini.
Í Phoenix málinum er einki skrivligt tilfar sum kundi staðfest at fíggjarnevndin varð kunnað. Ei heldur er nakað skrivligt tilfar um hvørt kommunan ráðførdi seg við eitt nú grannskoðara sín ella ikki.
Hetta er sera óheppið, sæð í bakspeglinum, men nýggju reglurnar, sum ætlandi skulu samtykjast í fíggjarnevndini, skulu tryggja at hetta ikki kemur fyri í framtíðini.