Bæði av Viðareiði og úr Mykinesi frætta vit um, at tey hava sæð sera nógvan lunda við landi. Við Settorvuna fleyg nógv og tað sama siga Mykinesfólk hagani.Frá útróðrarbátum hava vit fingið at vita, at nógv nebbasild og langa \”lomvigasildin\” teir kalla hevur verið at sæð í fiskinum í seinastuni.
Jógvan Jakku Heinesen, Akki, sum hann vanliga verður nevndur, ringdi til okkara av Viðareiði við hugaligum tíðindum um, at bátar, ið høvdu verið norðanfyri í gjár, hø’vdu sæð so nógvan sjófugl við landið, sum teir ikki hava sæð í fleiri ár. Nógv sat á sjónum søgdu teir, og nógv var at síggja á flogi.
Akki segði víðari, at tey eisini høvdu sæð lunda flúgva við bakkan á Viðareiði og har hevur ikki lundi verið í áravís.
Norðlýsið ringdi eisini til Mykinesar. Eddie Lauritsen segði okkum fyri løtu síðani í veruleikanum somu søguna, sum av Viðareiði. Har hevði sera nógvur lundi verið á flogi í gjárkvøldi. – Vit kunnu í hvussu so er konstatera at lundin er til, segði Eddie Lauritsen, men nú veldst sjálvandi um, um lundin finnur nakað at eta. Hesi árini frammanundan við ongum lunda hava vit sæð nakað av at lundin kemur til landið hesa tíðina tíðliga á vári, men tá so líður út á summarið hevur lundin bara minka burtur í einki.
Í gjárkvøldið var tó meira at síggja enn vit hava sæð í mong ár.
Vit á Norðlýsinum vóru sunnanfyri við snøri í síðstu viku, og eisini har løgdu vit merki til at sera nógv av lunda var at síggja á sjónum og ikki sørt av lomviga eisini – myndirnar eru tiknar við telefonini á túrinum – nú veldst um




