Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera nógvur upsi við landið, men vit fáa illa roynt

Oliver Joensen

Magnus Johansen, skipari á snellubátinum Karlamagnus sigur í dag, at tað sær sera gott út fyri upsaveiðuni frameftir.

Ótrúliga nógvur upsi er við landi, men tí verri er so nógv av smáum upsa allastaðni, at vit fáa í veruleikanum ikki roynt fyri seiði.

Seinasta túr vóru vit eina viku burtur og fingu 20.000 pund av stórum og góðum upsa, nú hava vit roynt í fýra dagar og hava um 10.000 pund.

Eg haldi at tað sær bjart út fyri upsaveiðuni frameftir, men nógvi seiðurin tarnar fiskiskapinum, tí vit eru noyddir at flyta undan seiðinum alla tíðina.

Annars haldi eg at lítið skil er á friðingunum, tí í gýtingartíðini eystanfyri er opið fyri troling á gýtingarøkinum og tað haldi eg er skilaleyst. Trolararnir áttu eftir mínum tykki at brúkt rist og gýtingarøkið eystanfyri átti at verið stongt í gýtingartíðini, so kundi alt annað verið opið alt árið, segði Magnus Johansen í morgin av “Karlamagnusi”.