At fólk ikki duga sær hógv, tá tað kemur til at geva valplakatum frið er ikki nakað nýtt. Og í nátt var aftur galið, tá valplakat mitt í býnum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki hevur fingið frið. Og sum skilst hava fleiri aðrar plakatir aðrastaðni í býnum hjá somu Elsebeth heldur ikki fingið frið.
Sum myndin vísir, so hevur onkur teknað útyvir og ein má bara staðfesta, at hetta er sera ódámligt at gera móti valevnum, sum brúka sín fólkaræðisliga rætt at stilla upp til eitt løgtingsval.
Valplakatirnar hava annar fingið væl frið higartil, men júst sum ein næstan skuldi rósa klaksvíkingum(ella rættari sagt teimum sum hava verið í Klaksvík hesa tíðina) fyri at uppføra seg pent hesaferð, so hendi hetta. Stór skomm.
So er bara at vóna, at allar aðrar valplakatir – óansæð hvønn flokk valevnini hoyra til – fáa frið fram til týskvøldið, tá valstøðini lata aftur. Valevnini brúka sín fólkaræðisliga rætt at stilla upp og brúka pengar uppá valplakatir, sum seta sín dám á býin nakrar dagar 4. hvørt ár. Tað tænir ongum endamáli at gera seg inná hesar valplakatir. Í summum støðum eru myndatól uppsett og so er bara at vóna, at hesir persónar vera fangaðir, sum gera slíkt, so at teir í øllum førum sleppa at gjalda prísin, sum plakatirnar kosta.