Tað var ikki meira enn at stýrhúsini á smábátunum við Stengurnar rukku upp um kajkantin ídag.
Longur inni á Vágni sást Biskupsstøðbrúgvin mest sum uppi á turrum, og í hinum landinum vóru áarbakkarnir á Vágsá nógv hægri enn vanligt. Eisini fjøran í Víkunum var stór.
Grímur Lassen, fyrrverandi skipari og reiðari segði okkum, at fjøran á Vágni er størst umleið hálvan annan tíma aftaná eystfallskyrrindi í Kalsoyarfirði, tað er um hesa tíðina at myndirnar niðanfyri eru tiknar ídag.
Pole Mikkelsen, lærari á Sjónámi, sigur, at um várið er mánin sera nær jørðini, tí er streymurin sera harður beint nú. Hetta at mánin er nær jørðini, ger at vit hesaferð sleppa at uppliva eina fulla sólarmyrking. Men tað ávirkar sjálvandi eisini havið og tí er einki óvanligt at síggja stóra fjørðu hesa tíðina av árinum.




