Millum annað NFCS virkið hevur nógvar trupulleikar av trongu umstøðunum á vestara havnaøki í Klaksvík.
Sum sæst á myndini omanfyri, so eru umstøðurnar hjá Roykivirkinum og hjá NFCS virkinum langt frá optimalar á vestara havnaøki.
Nógvur aktivitetur er á NFCS virkinum fyri tíðina og tíð um stund landa stórir trolarar til virkið, men økið uttanum virkið er nærum stongt av traillarum og kontainarum. Kontainararnir í síggjast á myndini hoyra ikki til virki. Hóast bert seks av slagnum vóru at síggja her týsdagin, so er rúgvan mangan størri og tað sigur seg sjálvt, at tá ber illa til hjá virkinum at arbeiða optimalt.
Sundaberg og Akraborg leggja javnan veiðu upp her og eisini hevur virkið servicerað Nærabergi.
Umstøðurnar hjá virkinum at arbeiða við stórum trukkum og nógvum fólki frá skipum og inn á virkið eru altíð truplar, tí tað sjálvdan kemur fyri, at kajøkið frammanfyri virkið ikki verður nýtt av Klaksvíkar Havn til kontainaragoymslu.
Tað hevur skund, at nakað munagott verður gjørt soleiðis at kontainara og traillaragoymslan hjá Klaksvíkar Havn verður flutt aðrastaðni, tí nú liggja fýra fimm stór virkir á økinum og plássið uttanum er sera lítið. Tá so samstundis verður tikið av økinum til kontainara- og traillaragoymslu so er hetta í ólukkumát við til at minka munandi um kappingarføri hjá virkjunum.




