Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera trongt á Kósabrunni – foreldur og børn fylltu alla longu brúnna

Oliver Joensen

Í fagrasta veðri skipaði Sjómannadagurin fyri vælumtóktu fiskikappingini á Kósabrúnni í kvøld. 800 høvdu tekna seg til fiskikappingina og vatnkríggið, hvussu nógv møttu er ilt at siga nakað um, men tey fyltu alla brúnna og stóðu nærum øksl við øksl, foreldur og børn.

 Tað var ein sera hugnalig løta. Tú sást hvussu tætt foreldur og børn vóru hesa løtuna. Onki er at ivast í, at børnini seint fara at gloyma eitt so sosialt kvøld saman við foreldrum sínum. 

Ikki minst var seiðurin ógloymandi, tí ikki var tað rættuligur upsi summi fingu, men út ímót og kanska hevur minni seiður onkuntíð verið avreiddur, enn hann, nøkur av børnunum, saman við foreldrunum fiskaðu í kvøld.

Ikki altíð hevur verið so nógv at fáa við brúnna hesi árini Sjómannadagurin hevur skipa fyri fiskikapping, men hesaferð bar væl til, nógv var at fáa, og nógv kom upp á land.

Spennandi verður at vita, ímorgin á Sjómannadegnum, hvør er vinnari og kanska hvussu nógv er komið upp á land tilsamans í kvøld.

Her eru nakrar hugnaligar myndir – myndirnar frá vatnkrígnum koma seinni: