Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Sera týðandi at fáa 3 stig áðrenn landsliðssteðgin

Jákup Ósá

KÍ liðskiparin, Jonas F. Rasmussen, væntar ein torføran dyst hjá KÍ í Sørvági hóskvøldið. Men nú fleiri av hinum toppliðunum ikki spæla, so hevur tað stóran týdning at vinna dystin og seta seg í eina góða støðu.

– Hetta verður ein torførur dystur. 07 Vestur vil hava stig og stríðist fyri lívinum, og vit skulu hava stig í oddastríðnum og fáa gongd á okkara spæl aftur. Tað er torført at spæla í Sørvági, men vit skulu stríðast, sum vit gera í løtuni. Nú spæla B36 og NSÍ ikki, so hetta er ein gyltur møguleiki til at koma 3 og 4 stig framum tey liðini. So tað hevur sera nógv at siga, at vit greiða okkara skyldu áðrenn ein langan landsliðssteðg, har vit kunnu fáa leikararnar heilt klárar aftur, tí summir hava skaðar at dragast við. Men givið er, at vit mugu vera klárir hóskvøldið, sigur Jonas F. Rasmussen við Norðlýsið.

07 Vestur og KÍ spæla hóskvøldið kl. 18.30.