Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sera væl fyriskipað í býráðssalinum í dag

Oliver Joensen

Royal Run byrjunartøl og t-shirts skulu deilast út til umleið 3.800 luttakarar í býráðshøllini í Klaksvík í dag. Norðlýsið var á staðnum tá klokkan ikki meira enn var farin av fýra. Satt at siga væntaðu vit bæði parkeringskaos og harafturat at fólk fóru at trokast í býráðshøllini, men tað var als ikki tilfellið.

Tiltakið var sera hegnisliga skipað og fólk blivu skjótt slúsaði ígjøgnum, bæði til konvoluttin við tilmeldingini og startnummarinum í og eisini aftaná til t-troyggjurnar. Higartil hevur Treystið saman við Royal Run fólkunum gjørt sítt arbeiði til topp karakter.