Sera væleydnað temakvøld hjá Føroya Sparikasa "Kvinnur og pengar". Áhugin fyri íløgum er vaksandi í Føroyum, og kvinnurnar eru einki undantak í so máta.
Hetta prógvaði Føroya Sparikassi á einum temakvøldi um Kvinnur og Pengar, sum var hósvøldið í Skálanum í Klaksvík. Ikki færri enn 180 kvinnur vóru við á temakvøldinum, so ikki kann sigast annað enn at áhugin var sera stórur. Kvinnurnar vóru ikki bert úr norðoyggjum, men eisini úr eysturoynni og aðrastaðni.
Hóast kvinnur liva longri enn menn, og tí hava tørv á miðvísari uppsparing og góðari pensjón, so vísa hagtøl, at menn spara meira upp og hava betri pensjónir enn kvinnur. Nógvar kvinnur snýta seg sjálvar fyri meirvinningin, sum kann fáast burtur úr uppsparing og pensjón, og tað var meginorsøkin til, at vit skipaðu fyri hesum temakvøldinum, siga Margareth D. Djurhuus og Eva Nolsøe, pensjóns- og íløguráðgevar í Føroya Sparikassa, ið vóru millum fyriskipararnar.
Í stuttum var temakvøldið eitt bland av álvara og gaman. Ráðgevar úr Sparikassanum kunnaðu um pensjónir, íløgur og onnur fíggjarviðurskifti. Løgfrøðingurin, Birta Biskopstø, kom við nøkrum løgfrøðiligum sjónarmiðum um, hvussu kvinnur kunnu tryggja seg fíggjarliga. Skemtið, ið snúi seg um nýmótans kvinnuna, stóðu Sjúrður Skaale og Bárður Persson fyri, og láturin í salinum var mangan harður. Eisini borðreiddi Jákup Ziskason við einum góðum bita.
Evnið mundi vera áhugavert tí hugurin at spyrja um fíggjarlig viðurskifti var stórur.
Fyri at geva kvinnunum møguleika at royna, hvussu pengarnir kunnu sendast út at arbeiða, hevur Føroya Sparikassi stovnað ein íløguklubba fyri kvinnur. Enn hevur klubbin ikki fingið navn, og ein navnakapping er, har øll kunnu vera við. Um onkur hevur eitt boð, er bara at fara inná heimasíðuna hjá Føroya Sparikassa, www.sparikassin.fo. Vinningurin er 10 partabrøv í Sparikassanum.




