Á Føroya Sjómannadegi varð bæði hugt aftur í søguna og inn í framtíðina í samband við nýggjar og lítið royndarvinnur her á landi
Í samband við Føroya Sjómannadag var sum fyrr nevnt skipað fyri sera áhugaverdari modellskipaframsýning, listaverk sum er gjørd ígjøgnum mong ár av hegnisliga listamanninum Hans Jacob Fuglø, nú so gott sum øll listaverkini vóru savnað á einum staði. – Eitt stað millum 1.000 og 1.500 fólk vóru til framsýningina. Nevnast kann, at tær 600 skráinar vóru uppi longu, tá framsýningin var komin hálva leið.
Eisini vóru tríggir vælvitjaðir fyrilestrar, har Auðun Konrádsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og Óli Olsen, rithøvundur, hildu fyrilestrar um føroyska skipasøgu. Seinasti fyrilesturin var hildin av Tommy Petersen, stjóra í FAS, um Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina.
Framsýningin og fyrilestrarnir vóru í Eik í Klaksvík.
Tey sum eiga hesi listaverk og við vælvilja hava latið tey til framsýningina eru: Føroya- og Norðoyafornminnis0søvn, Vinnuháskúlin og Klaksvíkar Sjómansskúli, Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar Komuna, Hanna M. Fuglø, Hans J. Fuglø, Eyðun Millum Garðarnar og Óli Olsen. Leggjast kann afturat, at danska kongshúsið eigur eitt av modellskipunum, men tað la ikki fyri at fáa hendur á hesum.
Vinnan og vinnufeløg sponsoreraðu henda væleydnaða partin av tiltøkum á Føroya Sjóammandegi, so hann kundi gerast ókeypis, sum Jógvan við Keldu og Jákup Sólstein løgdu til rættis. Teir vóru: EIK, Tryggingarfelagið FØROYAR, Bakkafrost, Maskinmeistarafelagið, P/f Klaksvíkar Sleipistøð, P/f Enniberg, P/f Sjóborg, P/f Havsbrún, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fonn Flog.




