Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðin rúkandi ósamd um fiskivinnuna

John William Joensen

Nú tilráðingarnar frá fiskifrøðini og vinnuni eru komnar landsstýrinum í hendi, er greitt at serfrøðin er grundleggjandi ósamd við seg sjálva – og tí er tað enn einaferð upp til politisku skipanina at skera ígjøgnum.

RED: Tá ein lesur tilmælini frá fiskifrøðingunum og serfrøðini annars er ilt at fáa eyga á seriøst arbeiði.

Eitt er heilt givið at hugurin at finna semju er lítil og eingin.

Heldur er talan um persónligar útmeldingar har útbúnir og royndir serfrøðingar profilera seg sjálvan.

Samanumtikið eru tilráðingarnar óbrúkiligar í politiskum høpi og var betur um baði frøðingar og umboð fyri vinnuna spardu landskassanum fundarpengar.

Enn einaferð eru føroysku politikararnir noyddir til at taka støðu uttan at føroyska serførðin kann semjast um nakað sum helst.

Men eitt er givið framman undan – serfrøðin fer at geva politisku avgerðunum alla skylduna um tað gongur galið


Tilmælið frá Fiskidaganevndini:

4.2. Dagatal fiskiárið 2008/2009
Tá fiskiorkuálitið ikki er tøkt, hava vit einki amboð at taka støðu útfrá viðvíkjandi veiðuorku.

Í ár er ikki semja um tilmælið um dagatalið fiskiárið 2008/09.

Í ár býtir Fiskidaganevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin, Theodor Poulsen, Trolbátar; Auðunn Konráðsson, Meginfelag Útróðrarmanna; Dánjal Jákup Vilhelm, Felagið Línuskip; metir, at dagatalið ikki eigur at broytast.

Meirilutin mælir til, at sama dagatal sum fyri 2007/2008 verður ásett fyri allar bólkar komandi fiskidagaárið.

Hetta er grundað á, at meirilutin metir fiskidagaskipanina at vera eina langtíðar javnvágarskipan, har fiskidagatalið ikki skal stillast – hvørki upp, tá nógvur fiskur er, ella niður, tá minni er til. Tað einasta, sum kann broyta dagatalið, er broyting í veiðuorkuni.

Meirilutin metir ikki, at ógvuslig lop hava verið í veiðiorkuni hetta síðsta árið.

Tveir minnilutar

Dánjal Jacobsen hevur gjørt eina meting av broytingini av fiskiorkuni í bólki 2, partrolarar.
Metingin er, at fiskidagatalið eigur at verða lækkað við 10 %. Hetta er gjørt við atliti til, at dagatalið síðan 1996 er lækkað.

Óli Samró og Eyðun Johannesen, FF, taka undir við Dánjali
Jacobsen

Óli Samró:
Við grundarlagi í metingum hjá Fiskidaganevndini av støðuni hjá toski seinastu árini, sum eisini samsvara við greiningarnar hjá Fiskirannsróknarstovuni um tilgongd av toski, verður ásannað, at støðan er hættislig hjá toskastovninum. Tí má í ár gerast serlig inntriv, ið veruliga
muna, og sum minka um veiðuna eftir toski, serliga tí smáttfallandi toskinum.

Um skipanin øll sum hon er ikki verður gjøgnumgingin og stillað eftir tí veruleika, sum er í 2008, innan nýggja fiskidagaárið byrjar í september, so mælir formaðurin til eitt serligt inntriv í dagatalið hjá teimum bólkunum, sum fiska mesta toskin, bólki 3, 4AB og 5.

Tilmælið er at lækka dagatalið fyri bólk 3, 4AB og 5 við 20-25 %.

Bólkur 3:
Bólkur 3 fiskar mest av toski av øllum skipabólkum, tilsamans árliga umleið ein triðing (tíðarskeiðið 2002-08 35 %) av samlaðu árligu toskaveiðuni.

Bólkur 4AB:
Bólkur 4 er minkaður burtur í einki seinastu árini. Fá før eru í drift. Tó fiskar hesin bólkur mest tosk.

Bólkur 5:

Bólkur 5 fiskar serliga tosk inni við land. Bólkur 5 fiskar serliga smáan tosk, stødd 4 og 5.
Ring fiskiár, fiskar hesin bólkur ikki nógv, meðan bólkurin er effektivur góð ár. Hetta fiskiárið hevur bólkur 5 fiskað lítið. Umframt aðrar avmarkingar eigur dagatalið fyri hendan
bólk at skerjast munandi. Men í bólkinum eru nógv loyvir og ein stór latent veiðuorka, sum verður aktiv, tá fiskur er.

Eyðun Johannesen, FF, tekur undir við Óla Samró