Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðingar og privatpersónar

Norðlýsið

Eftir sending í Danmarks Radio í vikuni, um munin at eiga børn á smáum og stórum sjúkrahúsum, varð víst til áralanga gransking hjá einum kvinniligum lækna, sum vísti á, at um stórir trupulleikar stungu seg upp, var tryggari hjá kvinnum at føða á einum stórum sjúkrahúsi við nýmótans útgerð og vælútbúnum læknum enn á einum lítlum sjúkrahúsi, ið ikki var fult útgjørt at møta somu trupulleikum.

Málið var helst tikið upp, tí ein mamma hevði átt tvíburðar á einum sjúkrahúsi, men onkur álvarsligur trupulleiki stakk seg upp undir føðingini, og annað barnið doyði. Mamman kærdi málið og hevði júst nú fingið viðhald í kæruni, tí orsøkin var læknaligt mistak.

Dentur var lagdur á, at tað var sera sjáldan, at álvarsligur trupulleiki stóðs av eini føðing, og jarðarmøður kannaðu nú granskingar niðurstøðuna og koma við einum svari seinni.

Danski “Tv læknin,” Peter Quortrup Geisling, luttók eisini í sendingini. Sjónvarpsverturin, Kåre Quist, setti honum sjálvandi sera aktuella spurningin:” Men hvorfor lukker man ikke bare de små fødesteder ?” Og nú er tað, at tað vísa og menniskjaliga svarið kom frá danska Tv læknanum :

Nei, nei soleiðis ger man ikki, tí so fáa vit kvinnur, ið føða børn í bilum ella fram við koyribreytunum um alt landið. Einasta rætta er við uppgradering og betri undirvísing av starvsfólkunum, ið taka skulu ímóti nýføddum barni.

Sum skilst hevur KvF tikið málið upp her heima hjá okkum, og tað sermerkta var, at ein lækni í Havn, sum nú bert vildi úttala seg sum “privatpersónur” var kvikur og legið dent á, at í Suðuroy var ikki trygt at eiga barn á sjúkrahúsinum, onki var at ivast í, at um trupulleiki stakk seg upp, var barnið í stórum vanda. Saman við øðrum akutstøðum átti barnaføðingar at verða savnaðar á einum stað, Landssjúkrahúsinum.

Løgið, at einki hoyrdist um, at føroyskar kvinnur longu eru í teirri støðu, at summar mugu eiga síni børn í bilum, á víkjuplássum ella fram við koyribreytini, og at hetta møguliga kann vera vandamikið.

Men ein annar lækni hevur júst nevnt, at tað er sera kostnaðarmikið at senda ein serlækna til Klaksvíkar, Suðuroyar ella bara til Sandoyar. Tað kann so vera ein faktuel grundgeving, ið fokus átti at verið sett á.

Norðlýsið