Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðingur vitjar Krígssavnið

Tíðindaskriv

Umboð fyri Krígssavnið vóru á námsferð í Onglandi í fjør og komu tá í samband við fleiri serfrøðingar við stórum kunnleika um Seinna heimsbardaga, serliga RAF, sum var í Føroyum í stórum tali og m.a. gjørdi flogvøllin.

Ein av hesum serfrøðingum, Steve Lloyd, Group Captain RAF Retired, Deputy Head Air Historical Branch (RAF), kemur nú at vitja Krígssavnið, og fer at greiða frá um bretsk RAF-verjumál við serligum atliti til virksemið í SOR-bygninginnum, sum Krígssavnið fyrireikar at verða framtíðar Krígssavn.

Fyrilesturin verður týskvøldið 19. aug. kl. 19.30 í Gamla skúla í Sørvági.

Heitið á fyrilestrinum, sum er almennur, er: “The origins of the UK Air Defence System”

Fyrilesturin er almennur og ókeypis.