Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serlig gudstænasta í Viðareiðis kirkju

Prestur

Í annaðkvøld – sunnudagin hin 18. desembur – verður ein serlig gudstænasta í Viðareiðis kirkju kl. 20.00, ið ber heitið “Teir sjey lestrarnir”.

Lestrar verða lisnir upp, og konfirmantarnir frá fyrr í ár fara at tendra ljós frammi í kór fyri hvønn lestur. Nógvur sangur verður eisini á skránni.

Ver hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga adventsløtu í Viðareiðis kirkju í annaðkvøld kl. 20.00, nú tað av álvara stundar til jóla!