Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstakliga flott fýrverk á midnátt

John William Joensen

Vanligt er at hátíðarhalda ymiskt í Klaksvík við at skjóta fýrverk á Vágsbøi. Hetta hevur verið fastur siður á Norðoyastevnu og til serligar hátíðarløtur, eitt nú kommunalar føðingardagar.

Soleiðis var eisini á hesum, í stóran mun, sera marksetandi degi í Klaksvíkar søgu. Fýrverkið var, sum flest øll vóru samd um, einastandandi flott hetta kvøldið. Veðrið var eisini til vildar og gav hetta eitt óvanliga gott fýrverksupplivilsið við nógvum ymiskum litum og tilhoyrandi megnarbrestum, ið dunaðu millum fjøllini.
Tað var eisini javnan, at róp, lógvabrestir, bríksl og viðmerkingar hoyrdust frá mannamúgvuni, tá arbeiðið hjá fýrverksmeistarunum varð sprongt í luftini millum Kjølin og Brúnaskarð. Við buldur og brak var harvið hátíðarhildið fyri nýggju farleiðini millum Klaksvík og Eysturoynna.

Harleyfacadeacryl