Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Serstakliga gott ár hjá KBF

klaksvik.fo

Seinnapartin í gjar var ein hugnaløta í badmintonhøllini, har borgarstjórin, saman við leikarum, foreldrum, venjarum og øðrum áhugaum, var komin saman at heiðrað Klaksvíkar badmintonfelag.

Karl Johanesen, borgarstjóri, helt eina røðu og handaði felagnum eina peningagávu og eftir tað vóru børn og vaksin boðin til lætt ábit.

KBF hevur havt eitt serstakliga gott kappingarár við fleiri heiðursmerkjum. Eitt nú kann nevnast at felagið eigur bæði ársins leikara, Bjarnhild í Buð Justinussen, og ársins stjørnuskot, Ranja Joensen.

Røðan sum borgarstjórin helt, kann lesast her:

Góðu leikarar, venjarar, foreldur, nevnd og øll tit sum á ein og hvønn hátt veita eina hjálpandi hond til felagið.

Klaksvíkar badmintonfelag hevur aftur í ár sermerkt seg sum eitt felag, sum er í stórari menning.

 

Til børnini:

Vita tit hvat tað merkir, at KBF er í stórari menning?

Tað merkir, at felagið, sum tit eru ein partur av, verður betri og betri fyri hvørt ár sum gongur.

Og vita tí hví?

Tað er tí, at tit eru so heilt ótrúliga duganliga og røsk.

Tit møta væl upp til venjingar, tit koyra á til venjingarnar, tit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum og tit hava tað stuttligt.

Passar tað ikki?

Alt hetta hevur ordiliga stóran týdning. Eisini fyri tey vaksnu, sum eru so ómetaliga røsk at stuðla tykkum.

Øll ynskja, at tit trívast og mennast í tykkara frítíðarvirksemi, og tað haldi eg, at úrslitini í ár eisini vísa, at so er. 

Men tað er kanska ikki altíð líka nemt.

Badminton er øðrvísi enn t.d. fótbóltur og hondbóltur, har tað eru nógv fleiri leikarar á sama liði.

Tá man spælir fótbólt, so er man sum oftast í parti við sínum vinfólkum, men tá ið man spælir badminton, so er man ofta í tí støðuni, at tað ræður um at vinna á sínum vinmanni ella síni vinkonu.

Tað kann vera sindur strævið.

Tí er tað ordiliga stuttligt, at man í badminton eisini kann spæla tvímansleik, blandaðan tvímansleik og vera við í eini liðkapping.

Og tað hava fleiri av tykkum gjørt hetta kappingarárið. Og tit hava verið fantastisk.

Fleiri av tykkum eru blivin føroyameistarar, onnur hava vunnið silvur og eisini bronsu. Tað er SO flott.

Hjartaliga til lukku.

____

Hóast Klaksvíkar badmintonfelag ikki hevur nógv ár á baki, so hevur felagið ment seg ómetaliga nógv

Einfalda orsøkin til tað er, at felagið hevur havt virknar stuðlar, sum eru góð við felagið og íðkararnar. Umframt at tey, sum gjøgnum árini hava mannað nevndina, eisini hava gjørt eitt megnar arbeiðið.

KBF hevur seinastu árini havt góðar venjarar, stuðlandi foreldur og gott samstarv við badmintonsamband Føroya, sum nokk eisini hevur ført við sær, at landsliðsvenjari í tíðarskeiðum hevur verið knýttur at felagnum.

Tað hevur uttan iva havt ein týðandi leiklut í mun til menningina hjá fleiri leikarum, sum síðani eru blivnar fyrimyndir fyri yngri leikarar, sum í ár hava fingið alvorliga flott úrslit.

Ja, faktiskt kunnu tit reypa tykkum av, at Klaksvíkar badmintonfelag hevur ment seg so mikið, at KBF bæði eigur ársins spælara, Bjarnhild í Buð Justinussen og ársins stjørnuskot, Ranja Joensen.

Tað er ótrúliga flott.

____

Góðu tit øll. Vegna Klaksvíkar býráð vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku. Eisini skal ljóða ein hjartans tøkk til tykkum øll í felagnum, sum annað hvørt hava stuðlað og kempa fyri, at øll hava fingið eina góða uppliving hetta kappingarárið.

Vit eru sera errin av tykkum, og ynskja Klaksvíkar badmintonfelag blíðan byr í tí megnar arbeiði, sum verður gjørt í felagnum á hvørjum ári.

Takk fyri.