Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstøk konsert í Viðareiðis Kirkju í dag

Danial Viðoy

Ein forvitnislig konsert verður í Viðareiðis Kirkju í dag klokkan eitt. Tað er Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sum hevur stílað fyri konsertini. Danski bólkurin “Kloster” kemur at framføra m.a. sálmar, ið eru lætnir í nýggjan og modernaðan ham.

– Hetta er ein danskur bólkur, sum er mannaður av Michael Andreasen og Foliu Stig Bjornø. Tey spæla friðarligan og meditativan tónleik, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

– Tað síðsta, tey hava útgivið, er ein fløga, sum eitur “Ni salmer og en aftensang”, har tey hava umskrivað løg til kendar danskar sálmar fyri líka sum raka betri tann unga skarðan. Ja, seta sálma-traditiónina í nýggjan ham.

– Modernaður tónleikur við andaligum og kristnum innihaldi. Og so er hetta hóskandi og væl passandi tónleikur at spæla í eini kirkju. Ein aukustisk konsert við gittara, sangi og onkrum lítlum ljóðføri afturat, fortelur presturin á Viðareiði spent á málinum.

Hon fortelur eisini at hon væntar nógv fólk. Tiltak er stovnað á facebook og skal tað verða álítandi, verða nógv fólk.

Annars er longri samrøða við Mariu Jørðdal Niclasen í blaðnum, sum kom út fyrr í vikuni.