– Hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nú byggingin av nýggjum fólkaskúla í Klaksvík byrjar
– Hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, nú byggingin av nýggjum fólkaskúla í Klaksvík byrjar
Hósdagin kl. 12.30 verður spakin settur í til byggingina av nýggjum fólkaskúla í Klaksvík.
Tveir fólkaskúlar eru í Klaksvík – Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð – men teir skulu leggjast saman, og ein týðandi partur av samanleggingini er byggingin av nýggjum skúla. Fyrsta byggistigið, sum nú byrjar, kostar 106 milliónir krónur og verður liðugt í 2018.
– Vit raðfesta fólkaskúlan, og tað gera vit nú ítøkiliga við størstu verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur sett í gongd. Við hesari bygging fáa vit ein enn betri skúla til okkara børn, og tað fegnast vit stórliga um. Hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Í sambandi við, at spakin verður settur í til nýggju skúlabyggingina í Klaksvík, verður hátíðarhald í skúlagarðinum niðanfyri Heygavegin kl. 12.30. Røður verða hildnar, og skúlabørn fara at syngja. Eftir tað verður lítið ábit at fáa í fimleikahallum skúlans.




